| Heim |
Kl 6.30 í morgun fóru ikki færri enn 40 mans av Bíargarði og út í Lítlu Dímun at reka. Hetta er fleiri mans enn tað vanliga eru. Ofta er talið bert gott 30. Veðrið er gott so menn vænta ein góðan dag. 12.30: Vit hava frætta at teir eru komir á rættina og tað hevur gingið gott at reka. 14.45: So eru teir við at vera leysir aftur av oynni, tað hevur gingið sera gott og veðrið hevur verið so framúr. Vera í Hvalba uml kl 16. Seinast broytt: 13.07.2010 at 16:58 Aftur |
||





