Heim  
 


Vitja Lítla Dímun á Facebook - Visit Lítla Dímun on Facebook

Ferđafólk 18 - 19 juni 2010
Heystrakstur 2009





Heim

Sólsetur úr Lítlu Dímun

Heim >>

 

 

 

 

 

Sum nakað nýtt skipar Lítla Dímun fyri eini ferð tann 20. - 21. juni, har hugt verður eftir sólsetri.

Farið verður út í Oynna, við báti av Hvalba, seint seinnapartin leygardagin, gingið verður uppá Oynna, gist verður í stórum teltið á toppinum um náttina, her verður skipað fyri sangi, og annars so mugu ferðafólkini bara hava tað góða lagið við, tí um viðrar so verður tað eitt fantastiskt útsýnið tá sólin setur og rísur.

Tíðliga sunnumorgunin verður gingið niður av Oynni, her verður møguleiki at síga hjá teimum í vilja royna hetta, og er hetta enn eitt ógloymandi upplivilsi.

Prísurin til hendan túrin er kr. 1.500,00.

18. juli verður útferð, her verður farið av Hvalba kl. 07:30 gingið verður upp á toppin, frásøgnir verða, túrurin endar við at sigið verður og er hesin túr eisini eitt satt upplivilsi. Tíðliga seinnapartin leygardagin verður komið aftur til Hvalbiar.

Kostnaðurin fyri túrin 18. juli er 1.500,00.

Felags fyri túrarnar er at ferðafólkið ikki hevur hæddarræðslu, verða í góðum gonguskóm, og hevur ein matpakka og okkurt drekkandi við. Tað er ikki loyvt at hava alkohol við í Lítla Dímun.

Tað er avmarkað nøgd av ferðafólkum til báðar túrarnar.

Bindandi tekning fer fram á teldupost: ldimun@ldimun.com ella á tlf. 270840

 

 

 

-->

 

Seinast broytt: 18.06.2009 at 22:57

Aftur

 
Top! Top!

--