Reglugerð fyri Lítlu Dímun
Grein 1
Navn felagsins er “Lítla Dímun” og heimstaður felagsins er bústaður formansins.
Grein 2
Endamál felagsins er at røkja Lítla Dímun við seyði, fugli, ferðavinnu og í aðrar mátar.
Grein 3
Limur í felagnum eru øll tey, sum til eina og hvørja tíð, eiga í Lítlu Dímun
Grein 4
Felagið verður stjórnað av eini nevnd, sum telur tríggir limir og tveir tiltakslimir, sum verða valdir á aðalfundi. Hvørt valskeið er fýra ár.
Grein 5
Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.
Aðalfundur er hvørt ár ímillum 15. desember og 15. januar. Boðað verður til aðalfundar við uppslagi í bygdini minst 14 dagar frammanundan við fundarstaði, klokkutíð og fundarskrá.
Skráin fyri aðalfundin er hendan:
A: fundarstjóri og fundarskrivari verða valdir
B: Formansfrágreiðing
C: Roknskapur verður lagdur fram og góðkendur
D: Val av formanni og nevnd ( á fjórða hvørjum aðalfundi)
E: Innkomin mál
F: Ymiskt
Á aðalfundinum verður formaðurin valdur beinleiðis og síðani verða tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir valdir.
Fyrst valdi nevndarlimur er næstformaður. Tiltakslimurin, sum fær flestar atkvøður, er fyrstur tiltakslimur.
Fær formaður forfall og ikki kann røkja starv sítt, tekur næstformaðurin yvir til næsta aðalfund. Tái nýggjur formaður verður valdur fyri tað, sum eftir er av valskeiðinum. Fær nevndarlimur forfall, tekur tiltakslimur yvir til næsta aðalfund, tá ið nevndarlimur verður valdur fyri tað, sum eftir er av valskeiðinum.
Á aðalfundi og eykaaðalfundi er ein atkvøða fyri hvørja hálva gyllin.
Atkvøðurætt hava eisini tey, sum røkja við øllum skyldum, hava eisini atkvøðurætt.
Kortini eru tað bert eigarar, sum hava atkvøðurætt í málum, sum seta Lítlu Dímun í skuld.
Lítla Dímun kann ikki setast í skuld uttan við samtykt á aðalfundi ella eykaaðalfundi.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið tveir nevndarlimir eru til staðar. Á nevndarfundi verður atkvøtt við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 1. desember.
Kunnað verður um innkomin mál á sjálvum aðalfundinum ella eykaaðalfundinum.
Eigari kann eisini leggja mál fram á sjálvum aðalfundinum, men so skal aðalfundurin góðkenna við vanligum meiriluta um málið kann koma til viðgerðar.
Grein 6
Eykaaðalfundur skal vera, so skjótt sum gjørligt, tá ið tveir nevndarlimir ella 1/3 av limunum skrivliga biðja um tað.
Eykaaðalfundur kann kallast inn við minst tríggja daga freist og skal fráboðast á sama hátt sum aðalfundur.
Grein 7
Roknskaparárið er álmanakkaárið
Grein 8
Eigari, sum ikki møtir at reka ella arbeiða, hevur skyldu til at betala eina upphædd, sum aðalfundurin ásetur á hvørjum ári
Gjaldfreistin er ein mánað frá tí, at rokning er send.
Verður rokning ikki goldin innan gjaldfreistin, verður rykkjari sendur. Er rokningin framvegis ikki goldin ein mánaði eftir at rykkjari er sendur, hevur nevndin heimild at boða skuldaranum frá, at er rokningin ikki goldin 14 dagar, kann peningurin heintast inn við at selja seyð hjá skuldaranum.
Grein 9
Skal eigari hava boð um rakstur ella arbeiði á øðrum bústaði ella øðrum telefonnummari enn sínum egna, ella skal eigari hava boð fyrr enn vanligt, hevur hann skyldu at boða formanninum frá hesum frammanundan.
Møtir eigari ikki upp at reka ella arbeiða, hevur nevndin heimild at biðja fólk í eigarans stað fyri løn, sum Lítla Dímun betalir og krevur inn aftur frá eigaranum.
Grein 10
Bert eigarar og brúkarar hav rætt at fleyga í Lítlu Dímun. Eigari kann avhenda rættin at fleyga til annan. Tað er kortini ein treyt, at minst ein eigari skal vera við, hvørja ferð, farið verður í Lítlu Dímun at fleyga.
Tann, sum ætlar í Lítlu Dímun at fleyga, skal boða formanninum ella nevndarlimi frá frammanundan. Formaðurin ella áðurnevndi nevndarlimur skal góðkenna fleygingartíðirnar.
Grein 11
Viðtøkurnar kunnu einans broytast á aðalfundi og eykaaðalfundi. Og tá kann tað bara gerast, tá ið minst helvtin av eigarunum eru møttir. Somuleiðis skulu 2/3 av møttu eigarunum atkvøða fyri.
Grein 12
Er helvtin av limunum ikki møttir á aðalfundi ella eykaaðalfundi, har tað er á skrá at broyta viðtøkurnar, skal kallast inn til eykaaðalfund eftir vanligu reglunum fyri eykaaðalfund og tá kann broytingin fremjast, sama, hvussu nógvir limir eru møttir.
|